140x140

Skúlaamboð og spælitaskur

Í eini frágreiðing frá Miljøstyrelsen (DK) sæst, at skúlaamboð sum t.d. blýantshús, viskileður og skúla- og spælitaskur kunnu innihalda PVC, ftalatir, tungmetal og onnur kemisk evni. Tungmetalini blýggj og kadmium vóru í fýra av 43 kannaðum vørum.

 

Av 26 kannaðum viskileðrum, innihildu 9 ftalat. Kanningar vísa, at viskileður, ið innihalda ftalat, kunnu koma børnum í vanda, um tey súgva ella á annan hátt fáa vøruna í seg yvir langa tíð.

  

 

Dømi um dálkandi evni í skúlaamboðum og spælitaskum og øðrum

 

  • PVC    
  • Cadmium                    

     

 

Góð ráð

  • Keyp viskileður, spælitaskur og skúlaamboð, sum hava CE merkið. CE merktar leikur innihalda ikki tey mest vandamiklu ftalatini. Les um CE merki her
  • Ansa eftir, at børn ikki brúka gomul viskileður, tí tey kunnu innihalda ftalat.
  • Fyri skúlataskur, spælitaskur og blýantshús er tann reglan galdandi, at um vøran er CE merkt sum leika, eigur hon ikki at innihalda hesi trý ftalatini:  DEHP, DBP og BBP.  Er talan um vøru, sum er leika, men ikki CE merkt, kann hon innihalda ftalat.
  • Keyp skúla- og skriviamboð, sum eru merkt við Blómuni ella Svananum, sí niðanfyri.
  • Halt teg burtur frá vørum, sum anga ella lukta av kemikalium.

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.

 

Svana- og Blómumerkt skriviamboð, pappír og annað 

                                         

 

Burturbeining

Skúlaútgerð og skúlaamboð kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

 

Les hvat onnur skriva

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Skúlaamboð og spælitaskur